Tag Archives: mani

máni – Føroyskt – Word of the Day (2017-12-03)

Mánin

Mánin er næsti granni okkara í rúmdini. Teir gomlu norðbúgvarnir nevndu hann Himintungl ella bert Tungl, men mánanavnið var eisini vanligt longu í norrønari tíð. Miðalfjarstøðan er bert 384400 km, og tað merkir, at tú við einum vanligum handkikara kanst síggja spennandi detaljur á mánaflatuni. Á Mánanum er hvørki luft ella flótandi vatn, og tí hevur hann heldur einki veðurlag. Mánin hevur heldur einki jarðfrøðisligt lív. Tey landmerki, vit síggja á mánaflatuni, eru skapt av at loftsteinar (meteorir) hava rakt Mánan.
Eftirsum tað tekur mánanum júst somu tíð at snara einaferð um sjálvan seg, sum tað tekur honum at snara um Jørðina, vendir hann altíð somu síðu móti okkum. Hetta verður nevnt “bundin rotatión”, og hiðani av Jørðini síggja vit sostatt bert umleið helvtina av Mánaflatuni. Stóru økini á Mánanum kunnu síggjast við berum eyga. Myrkar fløtur við láglendi – mare-økini (Mánahøv) – standa í andsøgn við ljósari hálendini.